Upplivingar
Vert at uppliva í høvuðsstaðnum
Í 1000 ár hevur Havnin verið miðdepil Føroya. Higar komu høvdingar úr øðrum oyggjum saman at tingast. Og soleiðis er enn í dag. Tá ið fólk av bygd vitja sín høvuðsstað, knýta tey ikki einans bond við býin og býarbúgvarnar, men eisini við onnur bygdarfólk, ið hava ørindi í Havn.
Hví koma so nógv fólk til Havnar? Tí býurin liggur mitt í landinum? Ella tí her er so nógv virksemi? Sannlíkt tað seinna – tí í Havn verður tú altíð eina uppliving ríkari.
Vilt tú út at eta fínt? Matmentanin í Havn er veruliga farin at blóma seinastu árini, og nú hevur tú eina røð av fyrsta floks matstovum at velja í. Minst til at bíleggja borð í góðari tíð!
Kanska tú kundi hugsað tær at vitað, um onkur góð konsert er í vikuskiftinum? Tað er tað allarhelst – tað munnu vera fá vikuskifti í árinum, har ið einki er á kalendaranum hjá teimum ymisku spælistøðunum og barrunum í býnum.
Tær (m)inniligastu upplivingarnar fært tú ofta á savnsvitjanum. Lít aftur í tíð í Tjóðsavninum og síggj fornlutir so sum tiltiknu kirkjubøstólarnar – ella lít fram í tíð í Listasavninum og fyll teg við tí nýggjasta nýggja, sum føroysk list hevur at bjóða.
Ov nógv at velja í? Hvat tá – eingin segði, tú bara kundi velja eitt úr rúgvuni. Byrja seinnapartin við eini savnsvitjan, far harnæst út at eta og síðan ein túr í býin at lurta eftir tónleiki. Havnin stendur opin.
Fá íblástur
Hugskot til upplivingar hesa tíðina
Okkara sjarmerandi høvuðsstaður bjóðar hugtakandi og stuttligar býarmyndir og mentanarligt ríkidømi alt árið. Gakk eftir aldargomlu gøtunum og royn okkurt nýtt, her er sum oftast lív í býnum.
Hvat hevur tú hug at síggja?
Vitja tey áhugaverdu støðini í høvuðsstaðnum, sum bara mugu upplivast:
Varðar, mentanardeplar og sannar náttúruperlur – Her er okkurt fyri øll.