Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Á, tann deiliga Havn

Staðsetingin av høvuðsstaði okkara kundi ikki verið betri. Hiðani kanst tú fara rundferðir og dagstúrar í aðrar bygdir og oyggjar og uppliva eina aðra síðu av kommununi. Har eru nógv støð at vitja, og við øllum bussunum og ferjunum er tað eitt spæl at koma fram.

Ymisk støð í kommununi

Kirkjubøur


Ein hin eldsta – og uttan iva søguligasta – bygdin í Føroyum
er Kirkjubøur.

Fyrr í tíðini var Kirkjubøur miðdepil fyri mesta átrúnaðarliga og mentanarliga virksemið í Føroyum.

Kirkjubøur var sjáldsama gott búpláss. Her var nógvur rekaviður, og her var sólgott. Hóast bygdin tá var størri, enn hon er í dag, so hevur staðsetingin og søgan altíð havt stóran týdning fyri Føroyar.

Søguligi kongsgarðurin í Kirkjubø er hin størsti í Føroyum og hevur verið í somu ætt síðan í 16. øld. Í hesum sjáldsama sjarmerandi húsunum er roykstova: eitt rúm við grúgvu og opið upp undir loft. Roykstovan var bæði køkur, stova, arbeiðsrúm og sovikamar.

Mætasta fornminnið í Føroyum er Kirkjubømúrurin. Tá ið tú skoðar hesa veldigu dómkirkju, er skjótt, at tankarnir reika aftur í miðøld. Múrurin varð bygdur uml. ár 1300, men sóknarkirkjan við síðuna av er frá 1200-talinum og harvið eldsta kirkjan í landinum.

Trýst her fyri at síggja eitt kort við yvirliti yvir søgulig støð o.a. í Kirkjubø. Trýst á vísararnar fyri at læra meira um ávísa staðið.

Kollafjørður, Signabøur, Oyrareingir

25 km norðan fyri Havnina liggur Kollafjørður og strekkir seg út. Kollfirðingar kunnu reypa av heimbygd síni, at hon er longsta bygdin í landinum. Her búgva 1000 fólk, so harvið er hon ein av teimum størru bygdunum í kommununi. Tað, sum eyðkennir bygdina, er stóra havnarlagið við bátum og skipum – og á sumri sært tú ofta stór cruise-ferðaskip liggja við akker. 

Signabøur

Bygdin Signabøur verður vanliga hildin at verða ein partur av Kollafjørð, men í kommunalu skipanini er Signabøur ein sjálvstøðug bygd við egið postnummar. Har búgva 143 fólk í bygdini, ið hevur við sær at Signabøur er ein av størstu bygdunum í kommununi.

Oyrareingir

Bygdin Oyrareingir verður eisini vanliga hildin at vera partur av Kollafirði, men í kommunalu skipanini er bygdin ein sjálvstøðug bygd við egið postnummar. Har búgva 43 fólk í bygdini, ið hevur við sær at Oyrareingir er ein av smærru bygdunum í kommununi.

Nólsoy

Far oman á Eystaru vág og stíg umborð á Teistan, og 20 minuttir seinni ert tú langt av landi skotin. Á suðursíðuni í Nólsoy er Borðin, har ið gamli vitapassarin búði.

Tað eru tríggir íbúgvar í Nólsoy, sum blivu serliga kendir uttan fyri oynna. Nólsoyar Páll (1766-1809), ið tók stríðið upp við einahandilin og danska embætismannaveldið í Føroyum; Ove Joensen (1948-1987), sum róði einsamallur úr Føroyum til Danmarkar; og Steffan Danielsen (1922-1976), sjálvlærdi listamálarin, sum í síni samtíð var ókendur, men hvørs málningar í dag verða seldir í dýrum dómum.

Á eystursíðuni er ríkt fuglalív. Lundin eigur her í hópatali, men tað er ein annar fuglur, sum fuglafrøðingar úr øllum heraðshornum ferðast fyri at síggja: drunnhvítin. Heimsins størsta drunnhvítabøli er í Nólsoy. Drunnhvítin er á flogi allan dagin og leitar eftir føði, so tað er bert um náttina, at fuglahugað kunnu síggja hann. Nólsoy er tó meira enn bara fuglar og søga. Lítla bygdin er eisini tiltikin fyri sítt tónleikaumhvørvið. Kendu tónleikararnir Kim Hansen og Terji Rasmussen búgva báðir í Nólsoy umframt Spælimenninir úr Nólsoy og Hilmar Joensen.

Fyri nærri kunning, vitja nolsoy.fo.

Norðradalur


Einans 20 minuttir í bili úr Havnini, og Føroya mest
bergtakandi útsýni breiðir seg út fyri tær.

Eingin almenn ferðsla koyrir oman í bygdina, so um tú ætlar ein túr til Norðradals, er best at fara við egnum bili. Tá sleppur tú eisini at ráða yvir egnari tíð. Og hey! Minst til myndatólið!

Tórshavn

Havnin er ein modernaður og kosmopolitiskur býur. Høvuðsstaðurin hevur sína heilt serligu sjarmu við eini rúgvu av hotellum, matstovum, kaffistovum, barrum, listaframsýningum og ítróttahøllum.

Við leiklutinum sum høvuðsstaður fylgja nøkur sæti eisini við: her er løgting, landsstýri, fróðskaparsetur, landsbókasavn og landssjúkrahús. Tá ið tað kemur til mentan, er nógv í at velja: Norðurlandahúsið, biografur og ein røð av forvitnisligum søvnum. Sum høvuðsstaður hevur Havnin eisini tað størsta úrvalið av matstovum og matvøruhandlum.

Ert tú forvitin eftir at vita meira?

Hagstovan hevur síðani 1985 savnað alskyns hagtøl innan mangt og hvat. Hvussu nógv munnu eita tað sama sum tú? Ella hevur tú hug at vita, hvussu gongdin hevur verið í fólkatalinum har tú býr? Far inn og vita eftir!