Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
trappan býarmynd havnar kirkja

Vitjanarverd støð í Havnini

Skansin

Í 1580 beyð stóri føroyski ævintýramaðurin Magnus Heinason byggingina av einum skansa fyri at verja handilsmiðdepilin móti vaksandi tali av sjóførdum álopum um Norðuratlantshavið – í mongum førum frá sjórænarum. Upprunaliga víggirðingin helt bert til 1677, tá franskir sjórænarar oyðiløgdu skansan, eftir at teirra endaliga krav um 100 neyt, 200 seyðir, 500 pør av handskum, 1.200 pør av sokkum og 60 náttskjúrtur ikki varð møtt av fólkunum í Tórshavn innan ásettu 12 tímarnar.

Skansin varð nýttur sum høvuðsstøð hjá bretska Royal Navy undir Seinna Heimsbardaga. Tvær kanónir, sum venda út móti havinum aftan fyri skansan, vórðu brúktar til at verja oyggjarnar móti týskum álopum. Skansin fevnir eisini um fýra eldri messingkanónir frá tíðini við danska handilsmonopolinum og einum vita.

Við Skansan kann ein njóta framúrskarandi útsýnið yvir Nólsoyarfjørðin.

Tinganes
og gamli býlingurin á Reyni

Tinganes verður sagt at vera eitt av teimum elstu, um ikki tað elsta, parlamentariska fundarstaðnum í heiminum, saman við Tynwald Hill á Isle of Man og Þingvellir í Íslandi. Tað var her, í umleið ár 900, at víkingatingið á hvørjum ári fyrst fór at hittast fyri at umrøða ríkisáhugamál.

Gamli býlingurin í Havn, sum umfatar Reyn og Undir Ryggi, er heimstaður hjá umleið fýraogtjúgu smáum, svørttektum træhúsum við hvítmálaðum vindeygum og graslíkjum. Fólk búgva framvegis í húsunum frá 1300-talinum. Gakk ein túr eftir sjarmerandi smølu og krókutu gøtunum og uppliv eina hugtakandi samanrenning av gomlum og nýggjum.

Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið er ein mentanarstovnur undir Norðurlandaráðnum. Húsið varð bygt í 1983 og hevur síðani tá verið virkið sum ein norðurlendskur mentanarstaður við einari fjølbroyttari skrá, sum fevnir um allar listagreinar og virkar fyri allar aldurs- og áhugabólkar.

Har eru javnan tónleika- og listatiltøk á skránni, ið tú kanst kanna nærri her

Gamli kirkjugarðurin

Far ein túr í gamla kirkjugarðin í Havn, har stovnararnir av nútímans høvuðsstaðnum Tórshavn, bæði teir vanligu og teir serligu, hvíla. Til ber at royna ljóðsøgutúrin, ið nú er tøkur. Alt tú skalt gera, er at skanna eina QR-kotu við portrið, síðan kanst tú njóta henda søguliga stað mitt í hjartanum í Havn.

Plantasjan og Listasavnið

Ein av størstu viðarlundunum í Føroyum er plantasjan í Havn. Í jólaódnini í 1988 koppaðu nógv trø í harða vindinum. Í dag skapa tey koppaðu trøini eitt stuttligt og náttúrligt spælipláss, har bæði børn og vaksin kunnu stuttleika sær. Spáka eftir hugnaligu gøtunum, vitja dunnuhylin og hoyr fuglasang og áartutl.

Í plantasjuni finnur tú nógvar vakrar standmyndir, harímillum minnisvarðan fyri føroysk sjófólk, ið mistu lívið á havinum undir Seinna Heimsbardaga.

Listasavn Føroya finnur tú í norðara endanum av plantasjuni. Listasavnið varð stovnað í 1989 og sýnir fram føroyska list. Tað hýsir umleið 2800 listaverkum, serliga málningum, saman við grafikki, skulpturum, installatiónum og tekstilum, sum spenna frá 1830’unum til í dag.

Ein partur av savninum hýsir eina fasta framsýning, ið lýsir føroyska landslagið og náttúruna. Nøkur av teimum serstøku verkunum eru ein glasinstallatión, ið gevur einum kensluna av at flóta á sjónum eins og serstøk listaverk gjørd úr ull og faksi. Savnið hýsir eisini skiftandi serframsýningum við føroyskum listafólkum.

Vaglið

Á Vaglinum framman fyri Gamla Bókhandli finnur tú Ráhúsið, ið upprunliga var ein skúli bygdur úr basalti í 1894. Hinumegin vegin finnur tú Løgtingið. Á vegnum kemur tú fram við hugnaligu Kioskina hjá Astu, ið í mong ár hevur verið eitt ektað Havnar-eyðkenni.

Vaglið er árið runt karmur fyri mongum hátíðarhaldum. Á ólavsøku hava flestu føroyingar spákað sær oman og niðan, heilsað hvørjum øðrum, sungið midnáttarsang og dansað føroyskan dans – mitt á Vaglinum. Tað er eisini her barnafamiljurnar savnast, tá jólatræið verður tendrað síðsta leygardag í november.

vaglið áin havnará kioskin hjá astu løgting
vágsbotn jól

Vágsbotnur

Vágsbotnur var einaferð dukandi hjartað á sjóvinnuhandlinum í Tórshavn, og sporini av einahandlinum síggjast enn í dag. Eitt dømi er gamla vøruhúsið hjá Poul Hansen, sum í dag hýsir matstovuni TARV. Ímillum søguligu, gomlu bygningarnar og serstaka huglagið í Vágsbotni er hugnaligt at fáa sær ein kaffimunn og eitt gott prát í vesturskininum á teimum mongu uttandura sitiplássunum, ella at sita heitt og gott inni í einum av mongu matstovunum og eygleiða myrkrið fella yvir bátarnar uttanfyri.

Í Vágsbotni er eisini staðbundin matmarknaður fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði. Her ber til at ogna sær feskastu rávørurnar úr føroysku náttúruni, tá ið bøndur og matframleiðarar koma at selja teirra úrval av kjøti, grønmeti og øðrum heimagjørdum.

Havnar Kirkja

Havnar Kirkja varð vígd í 1788. Í 1990 varð Havnar kirkja vald at vera dómkirkja og embætið sum dómpróstur varð sett á stovn. Fyrst í 1780-árunum varð farið undir at byggja nýggja kirkju. Kirkjan varð bygd beint norðan fyri býaarmarkið, sum var frá 1714, við Bryggjubakka. Hon varð vígd í 1788. Um hetta mundið búðu um 600 fólk í Havn. Í hesari nýggju kirkju, sum var nógv størri enn bygdakirkjurnar, var pláss fyri at kalla øllum í sóknini. Í 1865 fekk kirkjan eina viðfevnda umbygging, og fekk tá í flestum lutum ta útsjónd, sum hon hevur í dag. Tá ið Biskupsdømi Føroya varð endurstovnað í 1990, varð Havnar kirkja vald at vera dómkirkja, og embætið sum dómpróstur varð sett á stovn. Tá ið løgtingið verður sett á ólavsøku er siður, at løgtingslimir, landstýrisumboð og embætisfólk saman við biskupi og prestum ganga skrúgongu úr løgtinginum til gudstænastu í Havnar Kirkju.

Kongaminnið

Kongaminnið varð reist sum eitt minni um fyrstu donsku kongavitjanina í Føroyum, tá Kristian 9. kongur vitjaði beint undan ólavsøku í 1874. Kristian 9. kongur kom á land niðri á Kongabrúnni við Eystaru vág, sum varð bygd júst til hetta sama høvið.

Kongur bleiv fagnaður við heiðursportri, fløggum og miklum lógvabrestum av havnafólkum, sum vóru komin oman at uppliva hesa hátíðarligu og søguligu hending. Minnismerkið, sum vit í dag rópa “Kongaminnið” varð reist í 1882 sum minni um vitjanina. Tað var navnframi grótlaðarin, Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur “Jampan”, sum saman við øðrum frægum monnum stóð fyri hesum arbeiðinum.

Tað, sum eyðkennir staðið, har Kongaminnið er reist, er tað framúr góða útsýnið oman yvir miðbýin.