
Nólsoy
Nólsoy
Far oman á Eystaru vág og stíg umborð á Teistan, og 20 minuttir seinni ert tú langt av landi skotin. Á suðursíðuni í Nólsoy er Borðan, har ið gamli vitapassarin búði.

Søga
Tað eru tríggir íbúgvar í Nólsoy, sum blivu serliga kendir uttan fyri oynna. Nólsoyar Páll (1766-1809), ið tók stríðið upp við einahandilin og danska embætismannaveldið í Føroyum; Ove Joensen (1948-1987), sum róði einsamallur úr Føroyum til Danmarkar; og Steffan Danielsen (1922-1976), sjálvlærdi listamálarin, sum í síni samtíð var ókendur, men hvørs málningar í dag verða seldir í dýrum dómum.

Fuglalív
Á eystursíðuni er ríkt fuglalív. Lundin eigur her í hópatali, men tað er ein annar fuglur, sum fuglafrøðingar úr øllum heraðshornum ferðast fyri at síggja: drunnhvítin. Heimsins størsta drunnhvítabøli er í Nólsoy. Drunnhvítin er á flogi allan dagin og leitar eftir føði, so tað er bert um náttina, at fuglahugað kunnu síggja hann.

Tónleikur
Lítla bygdin er eisini tiltikin fyri sítt tónleikaumhvørvið. Kendu tónleikararnir Kim Hansen og Terji Rasmussen búgva báðir í Nólsoy umframt Spælimenninir úr Nólsoy og Hilmar Joensen.
Komandi tiltøk í Nólsoy
elin-nora-og-vera-i-smidjuni-i-litluvik
Prenta títt egna prent á pløgg
elin-nora-og-vera-i-smidjuni-i-litluvik
Tari (DK)
Bob’s Social Run
Málkafé
Foreldur at tvørkyndum
Faderhuset (Andreas Koefoed, Eva Mulvad og Adam Nielsen DK 2026 90 min)
Innsavning til Berlinferð hjá NámX.
Framsýningin “Rók” av Lív í Baianstovu
Søgur úr Nólsoy
Søgan um prinsessuna í Nólsoy
Søgan um sjórænararnar í Nólsoy
Søgan um Ova Joensen
Vilt tú vita meira?
Hevur tú onkrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara serfrøðingar á økinum.
Ring til okkum á +298 302425 vit eru klár at hjálpa tær við øllum tínum spurningum um Nólsoy.
Visit Nólsoy upplatingartíðir:
Visit Nólsoy hevur opið frá April til September
- Mánadag: 10:00 – 17:00
- Týsdag: 10:00 – 17:00
- Mikudag: 10:00 – 17:00
- Hósdag: 10:00 – 17:00
- Fríggjadag: 10:00 – 17:00
- Leygardag: 13:00 – 17:00