
Gongufelagið
Skráset teg sum lim í gongufelagnum
Melda teg til Gongufelagið
Melda teg inn í facebookbólkin fyri limir
Gongufelagið í Havn, hvat er tað?
Gongufelagið er í veruleikanum ikki eitt sjálvstøðugt felag, men ein flokkur av gonguáhugaðum fólki, sum sjálvboðin skipa fyri gongutúrum, bæði í Havn og um alt landið. Til at hjálpa sær við kunning um nær túrarnir vera, at bíleggja buss og gera tekningarlista, hava vit avgreiðsluna hjá Visit Tórshavn. Fyri at kunna tekna seg til túrarnar, mást tú gerast limur í Felagnum Tórshavn.
Hent at vita um gongutúrarnar
Snýr alt seg um hagatúrar?
Nei, túrar við søguligum innihaldi verða eisini gjørdir inni í Havnini. Eisini vitja vit virkir, stovnar, kirkjur o.a.t. har vit fáa rundvísing við frágreiðing um teirra virksemi.
Hví er neyðugt við tilmelding, og hvat kosta túrarnir?
Felagið tekur sær ongan kostnað, tí hetta er eitt ókeypis tilboð til limirnar, men til túrar uttan fyri Havnina, er neyðugt við bussi og/ella ferju. Kostnaðurin, sum lýst verður við, er bert fyri at svara fyri ta útreiðsluna. Tilmeldingin hevur samband við, at bert limir kunnu tekna seg, og hvussu nógv pláss, bussurin má hava. Gev gætur, at av tí at hetta er eitt felag, ið ger útferðir, og túrarnir sostatt ikki eru ein søluvøra, er øll luttøka fyri luttakarans egnu ábyrgd.
Hvør kann koma uppí?
Fyri at kunna tekna seg til túrarnar, mást tú gerast limur í Felagnum Tórshavn. Tá ið tú hevur limað teg inn, fært tú kunning um komandi túrar við telduposti áðrenn hvønn túr. Ársgjaldið er 320,- kr, og er tá galdandi fyri alt títt húskið.
Eru túrarnir hvønn sunnudag?
Nógvir gongutúrar eru sunnudag, men túrar verða eisini gjørdir leygardagar, og um summarið eru kvøldartúrar mitt í viku.
Dagfestingarnar verða ásettar so hvørt.
Hvussu verða túrarnir valdir?
Limirnir hittast hvørt ár í november til ein kaffifund, har vit meta um farna árið, og taka ímóti uppskot frá limunum. Skráin verður síðani í stóran mun løgd eftir hesum. Vanliga lata vit trý ár ganga, áðrenn vit aftur fara sama túr. Roynt verður at blanda torleikastig og longd á túrunum, soleiðis at okkurt er fyri øll.
Hvussu fæst at vita, at ein túrur er avlýstur?
At kalla eingir túrar vera avlýstir. Viðrar ikki, har vit ætlaðu okkum, ganga vit onkran annan túr.
Skal ein eisini gjalda, hóast ein koyrir sjálvur?
Gongufelagið er ein solidariskur felagsskapur, har ið øll gjalda tað sama fyri at vit kunnu leiga buss. Orsøkin til at vit ofta velja at leiga buss eru fleiri: Veðrið ger ofta at vit mugu fara ein annan túr, enn tann vit ætlaðu og vit skulu ofta heintast eitt annað stað, enn har vit byrjaðu. Tá er lættast um vit øll eru í bussi.
Hvat kostar tað fyri børn ?
Børn ið eru undir 14 ár gjalda ikki fyri at koma við bussinum.
Túrar í 2025
ÆTLAN FYRI 2025
GG: Broytingar kunnu koma fyri, serliga vegna veðurlíkindi. Skuldi onkur einkultur spontanur túrur verðið settur aftrat í serliga góðum veðri, so verður hann lýstur á FB-síðuni “Gongufelagið í Havn (fyri limir)”.
Januar
- Til Klaksvíkar: vitja Varpið, Neystið og Gamla apotekið (útsett frá nov. 2024)
- Eftir gøtum við Oyggjarvegin
- Hoyvik – Hvítanes
Februar
- Fjøllini sunnanf. Miðvág: Middagsfjall og Nípiberg
- Bygdagøtur: Dalur – Skarvanes – Húsavík
Mars
- Skálafjall, Eysturoy
- Mølbursvatn, Sandoy
- Murufelli, Suðurstreymoy
Apríl
- Reynsatindur í Vágum
- Gívrufjall og Bøllufjall, Streymoy
- Gráfelli og Krákan, Eysturoy
- Kaldbaksnes
Mai
- Til Suðriar: Kirvi og Rávan
- Bygdagøtan Funningur-Svínáir
- Standmyndir í Havn
- Skarvagil og Lamburtshol, Vestmanna
- Vaðhorn í Eysturoynni
Juni
- Til Fugloyar: Klubbin og bæði vøtnini
- Slættanes
- Niðan á Stall: barna-/blómutúrur, Streymoy
- Hálgafelli, Klaksvík
- Kvøldartúr: Hægstafjall í Tjørnuvík
Juli
- Skúgvoy
- Barnatúrur út á Lógv, Saksun
- Talvborðið á Viðoynni
- Fransholið og Kýrdalur, Syðrugøtu
- Bygdagøtan Saksun – Langasandur
August
- Til Suðuroyar: Prestfjall, Nakkur/Tindur og Bláfossur
- Hvilvtkinnavatn í Vágum
- Barnatúrur: fjøran í Syðradali S.
- Kongavarðar – Porkerisvatn, Suðurstreymoy
- Mykines
Septembur
- Niðan við Núpsá í Sandoynni
- Kúvingafjall í Kunoy
- Miðafelli, Eysturoy
- Hórisgøta-Mannafelsdalur, Suðurstreymoy
+ Gongufelagið gongur túrar í Catalonia/Costa Brava
Oktobur
- Moskursfjall, Vestmanna
- Barnatúrur: Risahelli, Hósvik
- Tyrvingarplássið á Nýggjheiðum, Kvívík, og Faer Isles Distillery
Novembur
- Sátan, Streymoy
- Vitjan á Tjóðsavninum við fuglafrøðingi
- Eftirmeting
Desembur
- Havnar Kirkja og nýggja kirkjuhúsið í Arnes Minde
Tá farið verður í hagan, eiga øll at minnast til:
- at vera í góðum gonguskóm
- at hava matpakka við og okkurt at drekka
- at hava regnklæðir, troyggju, húgvu og vøttir í taskuni
- at hundar verða ikki loyvdir, heldur ikki í bandi
Vit royna altíð at hava góðan atburð í haganum, ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.
Gongufelagið fer ongan túr, uttan fyrst at spyrja eigaran um loyvi at ganga ígjøgnum hansara haga, og vit eru takksom fyri ta vælvild, sum síðan byrjanina í 1993 hevur verið víst okkum í hesum sambandi.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú onkrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara serfrøðingar á økinum.
Daniella og Avi eru klárar til at hjálpa tær við einhvønn spurning hesum viðvíkjandi.

Daniella H. Danielsen
Móttøkufólk

Aviaja Josenius
Skrivstovunæmingur