Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Felagið Tórshavn

Les meira um aðalfund, viðtøkur og limaskap her

Gongufelagið í Havn, hvat er tað?

Gongufelagið er í veruleikanum ikki eitt sjálvstøðugt felag, men ein flokkur av gonguáhugaðum fólki, sum sjálvboðin skipa fyri gongutúrum, bæði í Havn og um alt landið. Til at hjálpa sær við kunning um nær túrarnir vera, at bíleggja buss og gera tekningarlista, hava vit avgreiðsluna hjá Visit Tórshavn.

Hvør kann koma uppí?

Fyri at kunna tekna seg til túrarnar, mást tú gerast limur í Felagnum Tórshavn. Tá ið tú hevur limað teg inn, fært tú kunning um komandi túrar við telduposti áðrenn hvønn túr. Ársgjaldið er kr. 320,-, og er tá galdandi fyri alt títt húskið.

Vit royna altíð at hava góðan atburð í haganum, ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.

Gongufelagið fer ongan túr, uttan fyrst at spyrja eigaran um loyvi at ganga ígjøgnum hansara haga, og vit eru takksom fyri ta vælvild, sum síðan byrjanina í 1993 hevur verið víst okkum í hesum sambandi.

Hví er neyðugt við tilmelding, og hvat kosta túrarnir?

Felagið tekur sær ongan kostnað, tí hetta er eitt ókeypis tilboð til limirnar, men til túrar uttan fyri Havnina, er neyðugt við bussi og/ella ferju. Kostnaðurin, sum lýst verður við, er bert fyri at svara fyri ta útreiðsluna. Tilmeldingin hevur samband við, at bert limir kunnu tekna seg, og hvussu nógv pláss, bussurin má hava. Gev gætur, at av tí at hetta er eitt felag, ið ger útferðir, og túrarnir sostatt ikki eru ein søluvøra, er øll luttøka fyri luttakarans egnu ábyrgd.

Hvat kostar tað fyri børn ?

Børn ið eru undir 14 ár gjalda ikki fyri at koma við bussinum. 

Snýr alt seg um hagatúrar?

Nei, túrar við søguligum innihaldi verða eisini gjørdir inni í Havnini. Eisini vitja vit virkir, stovnar, kirkjur o.a.t. har vit fáa rundvísing við frágreiðing um teirra virksemi.

Eru túrarnir hvønn sunnudag?

Nógvir gongutúrar eru sunnudag, men túrar verða eisini gjørdir leygardagar, og um summarið eru kvøldartúrar mitt í viku. 

Dagfestingarnar verða ásettar so hvørt.

Hvussu verða túrarnir valdir?

Limirnir hittast hvørt ár í november til ein kaffifund, har vit meta um farna árið, og taka ímóti uppskot frá limunum. Skráin verður síðani í stóran mun løgd eftir hesum. Vanliga lata vit trý ár ganga, áðrenn vit aftur fara sama túr. Roynt verður at blanda torleikastig og longd á túrunum, soleiðis at okkurt er fyri øll.

Hvussu fæst at vita, at ein túrur er avlýstur?

At kalla eingir túrar vera avlýstir. Viðrar ikki, har vit ætlaðu okkum, ganga vit onkran annan túr.

Skal ein eisini gjalda, hóast ein koyrir sjálvur?

Gongufelagið er ein solidariskur felagsskapur, har ið øll gjalda tað sama fyri at vit kunnu leiga buss. Orsøkin til at vit ofta velja at leiga buss eru fleiri: Veðrið ger ofta at vit mugu fara ein annan túr, enn tann vit ætlaðu og  vit skulu ofta heintast eitt annað stað, enn har vit byrjaðu. Tá er lættast um vit øll eru í bussi.

Tá farið verður í hagan, eiga øll at minnast til:
  • at vera í góðum gonguskóm
  • at hava matpakka við og okkurt at drekka
  • at hava regnklæðir, troyggju, húgvu og vøttir í taskuni
  • at hundar verða ikki loyvdir, heldur ikki í bandi
Vit royna altíð at hava góðan atburð í haganum, ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.
Gongufelagið fer ongan túr, uttan fyrst at spyrja eigaran um loyvi at ganga ígjøgnum hansara haga, og vit eru takksom fyri ta vælvild, sum síðan byrjanina í 1993 hevur verið víst okkum í hesum sambandi.

ÆTLAN FYRI 2024

Gongufelagið í Havn

Januar
  • Sandagerði, Havnardalur, Navarhorn, Hoyvík 
  • Reiðskarð og suður eftir Velbastaðfjøllum 
Februar
  • Knyklarnir norðanfyri Gøtueiði, Gjómunni, Gøtugjógv 
  • Tunguliðfjall 
Mars
  • Lítlafelli og Smørrókarvatn 
  • Ritafelli og Miðpunkt Føroya 
  • Klubbarnir, Rituvík, og fótbóltsvøllurin í haganum 
Apríl
  • Gásavatn og Pætursfjall í Dølum 
  • Stígareynini undir Skælingsfjalli 
  • Eysturoyarsyllin vestantil og Breiðá 
  • Dyllan í Kollafirði 
Mai
  • Í Sandoynna: Dysjarnar og Tindur 
  • Bygdagøtan Leynavatn-Hósvík 
  • Barnatúrur runt Leynavatn 
  • Tungufelli og Antinisfjall í Vágum 
  • Skerðingur og Svartbakstindur
Juni
  • Til Suðuroyar: Hvannhagi og Svínadalur
  • Suður á  Nakk í Kunoy, og Galvsskorafjall
  • Útferð í Koltur 
  • Kvøldartúrur: úr Syðradali í Havnardal 
  • Barnatúrur: Argjaskot og Kongavarðar 
Juli
  • Blómutúrur á Eiðiskoll
  • Borðan við Westward Ho, heim í bygdina fram við eggini
  • Tyril í Norðragøtu 
  • Út í Lambadal, Sundsnøva/Kvívíksskoranøva, Høgafjall 
  • Klórarin og Skráhellan
August
  • Til Suðuroyar: Kirvi og Rávan 
  • Reyðafelstindur 
  • Blábjørg í Fuglafirði 
  • Til Svínoyar: Eysturhøvdi og Keldufjall 
  • Barnatúrur: Tjørnin á Røkur og Tjørnin á Vestur 
September
  • Kollfjarðardalur-Skæling, Leynar
  • Sandoy: fram við eggini vestantil, Oknadalur, evt. síga í Lonini 
  • Lógvin í Saksun, Skoradalur, Koppenni 
  • Fagridalur, Norðradalsskarð, dysjarnar á Stiðjafalli 
Oktober
  • Náttúrulundin við Streymin 
  • Kaldbak: Gráubrýr og Skotið 
  • Kirkjubøargøtan, vitjan í Stokkastovuni v.m. 
November
  • Vitjan á Veðurstøðini og eftirmeting á Námi 
  • Gásafelli og syllagrótið Millum Klettar 
  • Klaksvíkstúrur: síggja Varpið o.a. áhugavert/spennandi
Desember
  • Vitjan í Sands kirkju