Um Okkum
Visit Tórshavn: Mitt í hjartanum í Havn
Visit Tórshavn mennir áhaldandi ferðavinnuna í Tórshavnar kommunu. Hetta gera vit í samstarvi við almennar og privatar áhugapartar.
Vit halda til mitt í hjartanum í Havn, har ið túsundtals ferðafólk vitja okkum á hvørjum ári. Vit samskipa eisini tiltøk her í høvuðsstaðarøkinum.
Umframt ferðavinnu er fundarvinna eisini okkara aðalmál. Vit hava drúgt MICE-samstarv (MICE er stytting fyri ‘meetings‘, ‘incentives‘, ‘conferences‘ og ‘exhibitions‘) við Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommunu.
Visit Tórshavn (fyrr kent sum Kunningarstovan) varð stovnað í 1984. Visit Tórshavn er eisini ein felagsskapur við limum úr lokalum myndugleikum, handlum, hotellum, bussfeløgum, søvnum, einstaklingum o.ø., og vit royna okkara ítasta at umboða áhugamál hjá hesum – bæði nær og víða hvar.
Miðlan og tiltøk
Í Visit Tórshavn brenna vit fyri at varpa ljós á sjarmuna og mentanina í føroyska høvuðsstaðnum. Okkara arbeiði røkkur longri enn bara at miðla; vit virka aktivt fyri at fremja og menna Tórshavn sum eitt fyrstafloks ferðamál.
Vit hava ein stóran leiklut í at samskipa og stuðla eini langari røð av tiltøkum ígjøgnum árið. Vit tryggja okkum fyri, at høvuðsstaðurin altíð hevur okkurt spennandi at bjóða vitjandi. Okkara toymi arbeiðir saman við staðbundnum listafólki, tónleikarum og mentanarfelagskapum fyri at gera hesi tiltøk til veruleika og hátíðarhalda ríka mentanararvin og modernaða kreativitetin í Tórshavn.
Hjá okkum er miðlan í miðdeplinum. Í tøttum samstarvi við staðbundnar fyritøkur, listafólk og ferðaskrivstovur arbeiða vit fyri at menna hugfangandi miðlanarátøk, sum fanga kjarnan í Tórshavn. Ígjøgnum sosialar miðlar, ferðavinnuráðstevnur og strategisk samstørv, miða vit eftir at røkka einum altjóða skara, og bjóða teimum innlit í tær serstøku upplivingar, sum býur okkara kann bjóða teimum.
Ferðavinnu- og ferðamálsmenning
Vit stremba alla tíð eftir at menna burðardygga ferðavinnu í kommununi, og eru vit í tøttum samstarvi við almennar og privatar áhugapartar. Til dømis hava vit tikið lut í afturvendandi tiltakinum Closed for Maintenance; vit hava skipað fyri ymiskum netverkstiltøkum; tikið stig til orðaskiftisfundir millum lokalar borgarar; tikið lut í ferðavinnuverkætlanum, bæði føroyskum og altjóða; vit hava framleitt bóklingar og skelting; og vit arbeiða áhaldandi mótvegis eini ferðavinnu, har ið borgarar og ferðafólk sýna virðing sínámillum.
Les meir her.
Cruise
Føroysk ferðavinna skal vera burðardygg. Hetta fevnir sjálvandi eisini um cruise-ferðavinnuna.
Vit hava á sumri 2023 fingið eitt samstarv í lag við Tórshavnar havn, sum snýr seg um, at Tórshavnar havn verður við í EPI (EPI stendur fyri Environmental Port Index, ið er ein skipan, sum kannar, hvussu havnir og skip fara við umhvørvinum). Í sama viðfangi hava vit sett eitt verkætlanarfólk at samskipa cruise-ferðavinnuna. Hetta er ein týðandi liður í at menna cruise-ferðavinnuna við atliti at trivnaði, umhvørvi og fíggjarligari burðardygd. Summar loysnir eru átrokandi, meðan onnur fyrilit verða tikin fyri at tryggja langtíðarhaldførið av høvuðsstaðnum sum ferðamál.
Okkara toymi
Tordis K. á Rógvi Biskopstø
Ávegis – Will be updated soon
Dávur Emil Gaardlykke
Sonja Johannesen
Daniella H. Danielsen
Annika Lisberg
Aviaja Josenius
Elsa Maria M. Olsen
Upplatingartíðir
1. mai – 31. august
Mánadag – fríggjadag: 08:00 – 17:30
Leygardag: 09:00 – 16:00
1. september – 30. apríl
Mánadag – fríggjadag: 09:00 – 17:00
Leygardag: 10:00 – 16:00
Hesa vikuna
Samband
Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17
P.O. Box 379
FO-110 Tórshavn
Tel.: (+298) 30 24 25
www.visittorshavn.fo