
Meetings & Events
Meetings & Events – vinnuferðavinna í Havnini
Umframt ferðavinnu er fundarvinna eisini eitt aðalmál hjá Visit Tórshavn. Vit hava drúgt MICE-samstarv (MICE er stytting fyri ‘meetings’, ‘incentives’, ‘conferences’ og ‘exhibitions’) við Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommunu.
Unordinary Meetings
Visit Faroe Islands Meetings hevur eitt netverk av dugnaligum samstarvsfelagum, ið fáast við árliga tiltakinum Unordinary Meeting Week. Hesa vikuna á hvørjum ári koma starvsfólk í vinnuferðavinnu til Føroya at sparra um menning, samstarv og at vísa fram hvat marknaðurin hevur at bjóða.
Allar myndir eru ogn hjá Visit Faroe Islands

“Nógv meira enn væntað. Tórshavn hevur nógv størri menningarmøguleikar fyri tiltøk, enn eg visti av tá eg kom her. Hvør einstaki persónur við tilknýti til býin var serstakliga hugtakandi.”
Luttakari í Global Association Forum ICCA, September 2023, eitt tiltak ið varð hildið av Visit Faroe Islands

Fríggjadagin 12 apríl 2024, skipaði Brim Hildardóttir Hoydal frá Visit Faroe Islands fyri einum vinnuferðavinnutiltaki fyri føroyskar ferðavinnusamkiparar. Tiltakið fór fram í Silo í Havn.
Myndir: Bárður Eklund
Fundir, matstovur og upplivingar á einum staði
Aftaná loknan fundardag, er tað ikki langt at fara oman til matstovurnar, ið borðreiða við leskiligum rættum við íblástri bæði úr føroyskum og útlendskum ráki.
Hava tit tørv á upplivingum, er nokk at takast við í Havn. Farið ein túr út í vindbardu náttúruna, ella samansjóðist enn meira við “team-building” venjingum og uppgávum, samstundis sum tit hava tað stuttligt.
Í Havnini er pláss bæði til álvara og gaman.
“Tórshavn var eitt framúrskarandi ferðamál, (tað var) ein vakur býur við ófatiligum upplivingum. Fólkið var sera vinarligt, og gestablídnið gjørdi, at býurin gjørdist tann perfekta ramman fyri hetta tiltakið, við góðum møguleikum fyri sosialum virksemi.”
Luttakari í Global Association Forum ICCA, September 2023

Munagóð tiltøk
Tórshavnar Kommuna, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eru av tí sannføring, at ráðstevnur, fundir og tiltøk eru av alstórum týdningi fyri menningini av okkara býi, landi og samfelag. Og vit vilja fegin hjálpa tær at skapa munagóð tiltøk – fyri bæði tínar luttakarar og okkara borgarar.
Skipar tú fyri eina ráðstevnu ella tiltaki við yvir 50 altjóða luttakarar, er tað møguligt at søkja um stuðul frá Tórshavnar Kommunu. Vit heita á allar fyriskiparar at fáa lokalsamfelagið so nógv uppí part sum gjørligt, og veita eyka stuðul til átøk ella fyrilestrar, ið eisini bjóða privatfólki við. Á hendan hátt vilja vit hjálpa júst tínum tiltaki at ávirka samfelagið á ein jaligan hátt. Les meira her.
Tú finnur leiðreglurnar fyri stuðul her: Reglugerð fyri Móttøku. Ivast tú í nøkrum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tordis ella Carinu við tínum spurningum.


Brim H. Hoydal
Meetings & Events Manager
Set teg í samband við serfrøðingarnar
Hevur tú tørv á at fáa meira hjálp, set teg í samband við serfrøðingunum hjá Visit Faroe Islands, Brim og Súsanna, ið arbeiða við Meetings & Events átøkunum í tí dagliga.

Súsanna Samró
Meetings & Events Coordinator