Jens Kjeld Jensen
Jens-Kjeld Jensen er fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970, har hann býr í Nólsoy saman við unnustu síni, Maritu Gulklett.
Kendastur er hann helst sum fuglaútstappari, men harumframt er hann serfrøðingur í føroyskum fuglum og skordýrum, og eisini hevur hann stóran áhuga í plantum.
Jens-Kjeld hevur útgivið fleiri bøkur um djóralívið og fuglalívið í Føroyum.
Í 2012 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Mentanaravrik og í 2020 fekk hann umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum.
Set teg í samband við Jens Kjeld við at ringja +298 327064 ella á www.jenskjeld.info.