Ove Joensen
January 12th 2024Ove gjørdist kendur víða um tá hann kysti lítlu havfrúnna hin 11 august 1986 á Langelinje í Keypmannahavn, eftir einsamallur at hava ró í 41 samdøgur úr Nólsoy….
Nólsoy er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350. Eftir minking í nøkur ár er áhugin at flyta til Nólsoyar vaksin munandi.
Á eystursíðuni er ríkt fuglalív. Lundin eigur her í hópatali, men tað er ein annar fuglur, sum fuglafrøðingar úr øllum heraðshornum ferðast fyri at síggja: drunnhvítin. Heimsins størsta drunnhvítabøli er í Nólsoy. Drunnhvítin er á flogi allan dagin og leitar eftir føði, so tað er bert um náttina, at fuglahugað kunnu síggja hann.
Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus Lítið yvir Føroyaland, tekur hann soleiðis til: Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn – so long og mjá, verjir fyri Havnarvág.
Nólsoyingar eru glaðir fyri øll vitjandi í oynni og vilja gera teirra besta fyri at tú skal fáa eina so góða uppliving sum til ber. Tað er okkara vón at tú fert væl um meðan tú ert á vitjan.
Ove gjørdist kendur víða um tá hann kysti lítlu havfrúnna hin 11 august 1986 á Langelinje í Keypmannahavn, eftir einsamallur at hava ró í 41 samdøgur úr Nólsoy….

Jens-Kjeld Jensen er fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur, sum er sjálvlærdur. Hann er dani, men hevur búð í Føroyum síðan 1970, har hann býr í&n…

Steffan Danielsen var kendur málari, sum føddist 3. september 1922 í Nólsoy og andaðist 28. mai 1976.Mong meta Steffan vera tann sermerktasta føroyska listamála…

Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu, sum var fyrsta skip, ið var bygt í Føroym síðani víkingatíðina. Hann er kendur fyri sítt stríð móti einahandlinum og donsku …
