»Flow«: Gints Zilbalodis, Lettland 2024, 86 min.
Her er ein ketta, sum dámar best at vera einsamøll, eitt vatnsvín, ið ikki orkar so nógv, ein stuttligur hundur av retrivara slagnum, ein lemurur, ið savnar altskyns lutir, og ein skrivarafuglur, sum er ein skrappur rovfuglur úr Afrika.
Báturin siglir stillisliga gjøgnum gomul landsløg, har vatnflóð hevur verið. Skal ferðin eydnast, mugu dýrini semjast og samstarva, hvussu ymisk tey so eru.
Flow er ein sjáldsamur, vakur og kensluløddur animatiónsfilmur, har vit fyri størsta partin eygleiða dýrini, soleiðis sum tey eru í náttúruni.
Flow, sum varð frumsýndur í Cannes og vann ein Golden Globe, er mest sæddi filmur í Lettlandi. Leikstjórin, Gints Zilbalodis, fór undir filmin í 2019 og brúkti open source forritið Blender.
Í takkartaluni, tá hann fekk Oscarvirðislønina, segði hann: “We are all in the same boat and must overcome our differences to find ways to work together.” Við miðlar segði hann við sama høvið: “People are tired of bad news and maybe this film represents something that feels optimistic and hopeful in regard to the country’s self-esteem.”