Óskikkiliga, ólátaða og skemmtiliga rappið hevur gjørt teir til tann best umtókta livebólkin millum ung.
Tann góði stemningurin, ið teir skapa á pallinum, hevur gjørt teir til høvuðsnavn á báðum teimum størstu festivalunum í landinum, nemliga G! festlivalinum og Summarfestivalinum.
Við sær í OY hava teir eisini besta ljósmannin í landinum í Villiami Soo.
Soo hetta kvøldið verður enn einaferð einki spart, og skalt tú sum áhoyrari bara minnast til tað góða humørið. So kann kvøldið bara eydnast tær væl.