Fanga spontanu løturnar, stuttligu støðurnar, eitt huglag, eina gerandisstøðu – ella hvat nú vísur seg á leiðini og evna eina fimsfrásøgn.
Vikuskiftisskeið 25 – 27.apríl 2025
fríggjadag / Flaggdagin 18:00 – 22:00
leygardag 9:00 – 18:00
sunnudag 9:00 – 15:30
Skeiðið er við undirvísing, gisting og vistarhaldi.
Undirvísari
Andrias Høgenni, útbúgvin bachelor í Medievidenskab á Syddansk Universitet (2013) og tikið útbúgvin á filmsskúlunum 18 Frames og Super16. Hann er royndur og virkin filmsleikstjóri, sum hevur vunnið hópin av virðislønum. Síðst, men ikki minst, dugur Andrias stak væl at læra frá sær.