Bill Douglas hevur gjørt stand up skemt síðan 2018. Hann hevur drúgvar royndir sum miðnámsskúlalærari í náttúruvísindum, og nógv av hansara tilfari kemur frá hesum. Bill framførdi á Edinburgh Fringe Comedy Festival í Skotlandi, ið er heimsins størsti comedy-festivalur. Í heimlandinum hevur Bill framført á Portland Maine Comedy Festival, Vermont Comedy Festival og New South Comedy Festival í Greenville, SC.
Bill hevur deilt pall við høvuðsnavn sum Jimmy Dunn, Paul Nardizzi, Carolyn Plummer, Andy Beningo, Mike McDonald, og Paul D’Angelo.