Klarinettleikarin Jože Kotar og klaverleikarin Luca Ferrini hava spælt saman í tjúgu ár. Í sínum tónleiki royna teir altíð at blanda ymiskar sjangrur, og tá tað ber til, at bíleggja og framføra nýggj verk. Í teirra repertoiri “úr Oyggjunum” eru verk úr fleiri enn 30 oyggjum kring heimin. Eitt úrval av hesum verkum er komið út í trimum bindum av røðini, framleitt av føroyska plátufelagnum Tutl. Á Summartónar festivalinum 2025 fara teir m.a. at framføra verk, sum fara at koma út í fløguni vol. 4.