Hetta er løtan, har vit uppliva roynd og óroynd, har felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin.
Tónleikinum syrgja hesi 10 nøvnini fyri:
– 17.5 zentimetrar
– Tunghoyrt
– Tóra Trónd
– Serhii Ilin
– Óli
– Ravsøgn
– Hans Andrias
– Sjúrður
– Anna Sabina & Co
– Attika
Kom við og fá eina eksklusiva smakkiroynd av framtíðini hjá føroyskum tónleiki. Ver partur av kvøldinum, tá nýggir tónar fylla rúmið og spennandi framførslur tendra hugflogið.
Tryggja tær atgongumerki nú – og verð fyrst at uppliva stjørnurnar, áðrenn tær fara á flog!
GG! Kringvarpið vísir ikki 3. umfar í sjónvarpinum.