Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. mai 2025 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Familjudagur

Høli: Alt húsið
Longd: 12-17

Umhvørvisvikan og Norðurlandahúsið bjóða familjum til ein spennandi dag við alskyns virksemi fyri børn og vaksin.

Á skránni verða spíriverkstovur til børn, fyrilestrar fyri vaksin, rundvísing í nýggjum vakstrartunli, sum eisini er opin at vitja, barnabio, bøtiverkstova, plantuveiðuferð og ymiskt annað ítriv, sum familjur kunnu gera saman.

Slóða fyri framtíðini hjá børnum okkara og komið til burðardyggan familjuhugna.

Skráin er hendan:

12.00     Norðurlandahúsið letur upp.
              Ítrivsstøðir, vakstrartunnil o.a. eru klár og opin til kl 17.00
13.00     Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (tilmelding krevst. Fult teknað.
13.00     Rundvísing í vakstrartunlinum við Gunn Hernes, stjóra (á norskum)
14.00     Sashiko-brodering – bøt og betra klæðir við japanskari brodering (tilmelding krevst. Fult teknað.)
15.00     Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (tilmelding krevst) 
15.00     Rundvísing í vakstrartunlinum við Gunn Hernes, stjóra (á norskum)
16.00     Grønmeti til føroyskar garðar – fyrilestur við Siggu Rasmussen og Karinu Toftegaard

Kom og lær við allari familjuni!

Fyriskipað av Tórshavnar Kommunu og Norðurlandahúsinum.

Kafe Tita
Tita hevur opið, og á degnum ber til at keypa pasta og kjøtsós til døgurða, kaffi og annað drekkandi, eins og bollar, kanelsniglar, kardamummusnurlur, køkur v.m.