Høli: Høllin
Longd: 45 min.
Hvør skal taka sær av teimum, ið hava tørv í framtíðini? Verður nokk av starvsfólki og skattakrónum at varðveita tað tænastustøðið, vit kenna í dag? Hoyr eina væl upplagda, tankavekjandi, provokerandi – men eisini fakliga undirbygda – framtíðarsøgu.
Kendi framtíðargranskarin, Liselotte Lyngsø, letur okkum kaga inn í framtíðina.
Ókeypis atgongd, men neyðugt er at tekna teg.