Høli: Klingran
Longd: 60 min
Ingesund Slagtøjsensemble spælir nýggjan tónleik bæði úr Svøríki og Føroyum. Á skránni vera rútmisk og ljómandi løg, sum royna nýggjar leiðir og eru avbjóðandi at spæla á slagverki – m.a. eru fleiri heimsfrumspælingar, sum eru skrivaðar í samstarvi millum tónasmiðir og lesandi úr londunum báðum.
Skrá
In Chains – Johan Bodin Eriksson
Eitt dukandi og fjálgt verk eftir svenska slagverksleikaran Johan Bodin Eriksson, sum undirvísir í Härnösand og sum stendur fyri størstu undirvísingarskipanini fyri ungar slagverksspælarar í Svøríki.
Skärgårdsvals – Daniel Berg/Anders Åstrand
Fiesta Colores – Nils Rohwer
Libertango – Astor Piazolla
Dropar – Helena Sigurdsdottir Lamhauge
Songs for generation alpha – Tóra Tróndardóttir Bærentsen
Slá í ring – Rúni K. Mouritsen
Eitt verk skrivað fyri kvartett í trimum satsum (Stevið, Lagið og Søgan), sum fer á eina rútmiska og ljómandi ferð við áhoyrarunum.
Um Ingesund Slagtøjsensemble
Við í Ingesund Slagtøjsensemble eru næmingar, ið lesa slagverk á Musikhögskolan Ingesund – ein av bestu tónleikaútbúgvingunum í Svøríki. Á skúlanum ganga næmingar úr øllum landinum – og í løtuni eisini ein úr Føroyum.
Musikhögskolan Ingesund er partur av Karlstad Universiteti og hevur síðani 1923 verið týðandi partur av skandinavisku tónleikasiðvenjuni. Her útbúgvast tónleikalærarar, tónleikarar og tónleikaframleiðarar í vakra umhvørvinum í Kyrkviken, sum er í nánd av Arvika í Värmland.
Á skúlanum verða tónleikalærarar og tónleikarar útbúnir til at arbeiða í mentanarlívinum, á fólkaskúlum, á miðnámsskúlum og á listaskúlum. Harumframt ber til at taka útbúgvingar í tónleikaframleiðslu og ymiskum listalærugreinum, umframt eina rúgvu av serligum tónleikaskeiðum.
Í løtuni ganga umleið 320 lesandi á Musikhögskolan Ingesund, harav tey flestu lesa á tónleikalæraraútbúgvingini. Undirvísararnir eru royndir og eldhugaðir í bæði tónleiki og tónleikaundirvísing.