Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. mai 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic/Open Stage við Ester Skála

Ester hevur sungið, síðan hon kann minnast. Hon skrivaði sítt fyrsta lag sum 12 ára gomul, og lagskriving hevur altíð havt eitt serligt pláss í hennara hjarta. Tónleikurin hevur verið ein lekidómur fyri hana, bæði í góðum og ringum tíðum.

Tónleikastílurin er pop-kendur, og hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop. Sangteksturin er einfaldur og poetiskur, og snýr seg ofta um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst við einum dreymakendum dæmi.

Í 2021 útgav Ester sítt fyrsta staklag UNICORN. Lagið vann Áhoyraravirðislønina í FMA (Faroese music awards). Hetta var ein sera rík uppliving fyri hana. Árið eftir útgav hon annað staklagið SPOTLIGHT. Hetta lagið var eisini nominerað til FMA árið eftir.

Tað eru nakrir trúfastir og dugnaligir tónleikarar, ið eru við í bólkinum. Í 2024 framførdi bólkurin á festivalum og luttók í Pan-ArcticVision, ið verður kallað “Eurovision of the North”.

Hyggja vit fram til 2025, so verður nógv nýtt og spennandi á skránni, tí tá verður ein nýggj LP-pláta útgivin. Her vera fleiri nýggj løg at hoyra, og løgini UNICORN og SPOTLIGHT vera eisini við á útgávuni. So tá fær lurtarin møguleika at hoyra allan “Pink-pop” pakkan. Eisini fer hon at luttaka á fleiri festivalum og tiltøkum. Àhoyrarar kunnu m.a. gleða seg at hoyra hana á G! festivalinum.

Ester Skála – sang
Vinjar Egilsnes Petersen – tangentar
Noe Chaparro – bass
Harald fonsdal Johannesen – trummur

Open Mic/OpenStage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, iðynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er einkreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi samanvið samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00fer Ester Skála á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentanargrunnur Landsins.