Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. mai 2025 kl. 09 - 10:30
Hvar
Grønlendingahúsið

Kjarna, kokubotnur og andadráttur.

Vælkomin til eitt skeið, sum fer at snúgva seg um tað heilt grundleggjandi samstarvið millum andadráttin, kokubotnin og kjarnuna.
Vit koma at gera ymiskar heilt lættar venjingar, liggjandi á búki og ryggi, sitandi og standandi, har vit við uppmerksemi læra at føla samstaravið og lætt styrkja og strekkja innastu kjarnuna.
Sjálvt um tú møguliga slett ikki merkir, hvat hendir í byrjanini av skeiðinum, fer tú heilt sikkur at hava eitt størri tilvit og eina betri kenslu av samstarvinum, tá skeiðið endar, eisini um tú t.d. hevur mist nakað av kensluni m.a. av einum ella fleiri keisaraskurðum.
Til kvinnuna, sum vil hava fatur í hesum heilt grundleggjandi, hevur grunnan andadrátt, er í iva, følir seg veika innast í kjarnuni ella hevur arr ella deildar búkvøddar.
Skeið á 4 vikur frá 2/5 til 23/5 – 25, fríggjadagar kl. 09.00 til 10.30.
Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn
Útbúnaður: Alt vit skulu brúka er til láns.
Kostnaður: kr. 800,-
Undirvísari: Marianna Vang Simonsen
Tilmelding á:
https://javnvag.fo/product/kjarna-kokubotnur-og-andadrattur-tad-heilt-grundleggjandi-samstarvid/