Eftir arbeiðsboðum frá Hitler og Goebbels gjørdi hon týdningarmestu propagandafilmarnar fyri nazistarnar, ’Triumph des Willens’ (1934) og ’Olympia’ (1936/38), sum báðir eru fyltir við tilgjørdari kropsdyrkan og sublimum estetikki.
Við støði í øllum teim skjølum, sum funnin vórðu í deyðsbúgvinum eftir Leni Riefenstahl, privatum filmumsupptøkum, fotomyndum og brøvum, hevur leikstjórin Andres Veil, sum er føddur í Stuttgart í 1959, sett saman ein mynd av sjálvmótsigandi listakvinnuni, sum alt lívið stríddist við ummælið, komandi eftirmæli og egnu livdu fortíðina, uttan nakrantíð at angra.
Og hon var aldri einsamøll, bæði tá hon var eitt kent og virkið navn fyri nazistarnar og seinni, tí brævasavnið er stórt, og skrásettar telefonsamtalur skjalprógva, at vanligi týski borgarin, eisini í eftirkrígsárunum, longdist eftir eini sterkari og stýrandi hond.