Kristianna W. Poulsen fer at fortelja um umhvørvispolitikkin í Tórshavnar Kommunu, hvør støðan er, og hvørja leið kommunan velur at fara.
Gittemarie Johansen, rithøvundur og umhvørvismiðlari, fer at hava eina hvassa og kveikjandi framløgu um Greenwashing. Um tær snildir, sum fyritøkur nýta fyri at fáa okkum at halda, at tær eru meira burðardyggar, enn tær í veruleikanum eru. Hon avdúkar, hvussu brúkarar verða villleiddir – og tað týdningarmesta: hvussu tú kanst læra at gjøgnumskoða hetta!
Brellbitar verða at fáa áðrenn vit byrja og góðbitar og kaffi í steðginum.
Bussleiðin leið 5, koyrir av Hálsi í Havn kl. 17.18 og úr Kaldbak kl. 19.55.
Tiltakið er ókeypis.