Havnar Hornorkestur marsjerar saman við skótunum í havn úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Ben Arabo í ár heldur flaggrøðuna.
Ben Arabo er búsitandi á Oyrareingjum, har hann vaks upp. Ben Arabo er búskaparfrøðingur og hevur arbeitt í orkuvinnuni og fíggjarvinnuni í næstan 30 ár. M.a. búði hann nøkur ár í London og eitt ár í Jakarta, har hann arbeiddi fyri eitt amerikanskt oljufelag.
Ben Arabo er aktivur í føroyska samfelagskjakinum og hevur roynt seg sum
rithøvund. Í sínum dagliga yrki, er Ben Arabo stjóri í Framtak, og situr í ymsum partafelagsnevndum.
Í ár eru tað 85 ár síðani, at bretar, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendu Merkið, sum
føroyska flaggið.
Í hesum sambandi fer Neil Bellamy, verjufulltrúi á bretsku sendistovuni
í danska kongsríkinum, at bera fram eina serliga heilsan, vegna bretsku stjórnina.
Harumframt vera eisini veteranar, umboðandi regimentið, sum var í Føroyum undir krígnum til staðar. Umboð fyri veteranarnar fara somuleiðis at bera fram eina heilsan, umframt at ein sekkjapípuleikari fer at seta sín dám á løtuna.
Bretska sendikvinnan til danska kongsríkið, Joëlle Jenny, sigur í viðmerking, at hon er sera fegin um at Stóra Bretland verður væl umboðað til flaggdagshaldið í ár.