Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. mai 2025 kl. 14:30 - 14:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Fyrireika burðardyggari tiltøk

Høli: Høllin
Longd: 2 t 30 min

Fæst tú við ítrótt, palllist, film, sjónvarp ella onnur størri og minni tiltøk? Hetta seminarið gevur tær innlit og vitan um Green Producers Tool – eitt amboð til tín, sum vil gera tiltøkini, tú arbeiðir við, burðardyggari. 

Á seminarinum verður kunning um Green Producers Club, ítøkilig dømi verða løgd fram, og framløga verður um, hvussu kreativa økið hevur tikið nøkur burðardyggari stig. Harumframt verður verkstova, har amboðini, sum eru í Green Producers Club, verða roynd, og har tú lærir, hvussu tú kanst nýta hesi amboð í egnari fyritøku ella felagi.

Tiltakið er viðkomandi fyri øll, ið fáast við ítrótt, palllist, film og sjónvarp – bæði stór og lítil tiltøk – umframt fyri øll, ið eru áhugað.

Tiltakið er alment og er ókeypis.

Green Producers Tool hava fyrireikað tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.