Stanley hevur ríkað okkum tónleikaliga síðani 1964 – síðani 1991 sum einstaklingur. Hann hevur givið fleiri fløgur út, spælt óteljandi konsertir runt um í heiminum og hevur fingið fleiri heiðurslønir og viðurkenningar ígjøgnum ár og dag.
“Um eg kundi kvøðið”, “Útferðarhugur” og “Tá eg verði gamal” eru bert nøkur av løgunum, ið flest okkara kenna og dáma.
Stanley býr í dag í Danmark, so tað er ikki á hvørjum degi, at tað er høvið at hoyra hann her heima.
Í meira enn tvey áratíggju hevur listamaðurin Anders Hjuler luttikið á Summartónum, serliga á konsertum, har livandi list og tónleikur møtast í einari serstakari listauppliving