Endamálið við kvøldinum er, at tú sum foreldur at tannáringi í 7. flokki fært innlit í, hvussu tað er at vera tannáringur, og hvussu tú kanst hjálpa tínum barni.
Kom og hoyr um
– Hvat hendir, tá barnið verður tannáringur?
– Avbjóðingar hjá tannáringinum
– Hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at standa ímóti bólkatrýsti?
– Hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at siga frá?
– Hvørt tú skalt loyva tínum barni at drekka alkohol
– Hvussu tú kanst seta konstruktiv mørk?
Fokus á foreldraleiklutin
Vit hoyra nógv um mistrivnað hjá børnum og ungum. Foreldur hava her ein týðandi leiklut, og tað kann vera sera torført at vita, hvussu tú skalt fyrihalda teg.
Á foreldrafundinum kunna vit um SSP-arbeiðið, og fyrilestrarhaldararnir fara at leggja dent á at greiða nærri frá tínum leikluti sum foreldur at børnum hjá tannáringum í hesi broytingartíð.
Trygvi í Líða og Beinta Atladóttir, sálarfrøðingar hjá Liv Lívið, fara at hava fyrilestur og greiða frá undirvísingini, tey hava havt fyri børnunum í 7. flokkunum.