Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. juni 2025 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

The Phoenician Scheme (Wes Anderson Týskland USA 2025)

Eins og undanfarnu filmar Andersons er hann ein sniðfundig søga, hesuferð um njósnarar og um faðir og dóttir, sum í eini familjufyritøku ikki duga so væl at starva saman.

Filmaða søgan snarar um svik og at svíkja, og um torførar moralskar avgerðir.

Wes Anderson hevur í hesum nýggjasta filmi, “The Phoenician Scheme”, fingið eina at síggja til endaleysa røð av stjørnum at glampa og bleiktra, so sum Tom Hanks, Scarlett Johansson, Bill Murray, Bryan Cranston, Benedict Cumberbatch og Benicio Del Toro, ið hevur greiða og avgerandi høvuðsleiklutin.

Undan filmstevnuni í Cannes eru fleiri ummælarar, ið siga, at ”The Phoenician Scheme” er ársins filmiska biografhending við øllum teim stjørnum, hesi sermerkti leikstjóri nú rullar út fyri okkum á hvíta løriftinum.