Katari ynskir við sínum tónleiki at skapa eitt univers har mótsetningar møtast. Sveimandi sangmelodiir eru settir ímóti skeivum rútmum og tungum evnum, tónleikurin litaður av einum lættum og friðsælum huglagi, sum goymir okkurt, sum kókar beint undir yvirflatuni. Ljóðmyndin er akustisk og í einum bossa-nova stíli við jazz-inspireraðum riffum á gittar og saksofon.
Katrina er sangari, sangskrivari og saksofonistur og Ari er gittaristur og framleiðari. Tey hava spælt og skrivað tónleik saman í fleiri ár og hava útgivið tvey stakløg, “leyst loft” og “tað, ið dimt er”. Tey búgva í løtuni Reykjavík, har tey taka tónleikaútbúgving.