Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise.
GØ:
Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar)
Kristian Pauli Ellefsen (tangentar)
Árni Jóhannesson, (bass)
Hjørtur Háberg (trummur)
Sjúrður Zachariasson (saksofon)