Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
11. juli 2025 kl. 22 - 22:01
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 210

Dupultkonsert við Gówa og Jazzygold

Hetta kvøldið verður eitt reint powerhouse av diva energi, har neo-soul, R&B, popp og attitude fara at dominera pallin

Gówa

Í árinum 2024 hevur gówa veruliga traðkað fram. Sum vinnari av tónleika kappingini Sement, við hennara útgávu ‘rest – live in bloch’, ið varð upptikin í Studio Bloch við hennara vinningi frá at gerast nummar tvey av Sement 2023 og hennara bólka-projekt “Jólasoul”.

Gówa hevur havt travlt, og dámt tað sera væl – kanska líka væl sum nevndin í FMA, ið tilnevndu hana sum ársins spíra í 2025. Við hennara neo-soul rødd, ella sum greinin frá 2024 í Sosialinum nevndi hana: “Neo-soul drotning”, kemur Gówa á pall í Perluni við sínum sensuella dramatiska showi.

Á pallinum møta tit: Annu Sofía Skoradal : vokal Jákup Tórgarð : keys + kór Elin Mariu Hansen : bass + kór Vár Miðberg : trummur

Jazzygold
Føroyska R&B-stjørnan Jazzygold er aftur á heimavølli! Hetta er tónleikaprojektið hjá Jasmin Mote – ein føroysk-kenjansk songkvinna, ið hevur gjørt vart við seg við sínum intensu og atmosfæriska R&B/pop-ljóði.

Jazzygold er háaktuell við síni fyrstu EP ” it’s been a while”, ið hevur fingið sera góð ummælir fyri sínar erligu tekstir. Við sterkari rødd og einum dreymakendum R&B/popp-ljóði, hevur hon skapt eitt univers, sum tekur lurtaran við á eina kensluliga ferð.

Hennara nýggjasta staklag CAKE vísir eina nýggja og kraftmikla síðu av henni – eitt beint fram hater anthem, sum staðfestir, at hon allatíð er í menning og ikki ræðist at konfrontera teir stóru spurningarnar við tónleiki. CAKE er prógvið uppá, at jazzygold ikki stendur í stað, men heldur flytir mørk fyri, hvat hon kann – og hvat hon torir. Jazzygold er ikki bara eitt navn – hon er ein rødd, ið bergtekur, styrkir og flytir.

Jazzygold: vokal Ari Johannesen: gittar Vinjar Petersen: keys og synth bass Harald Fonsdal Johannesen: trummur

Økistónar & FFT stuðla tiltakinum.