Lena Anderssen og bólkur, Niclas Johannesen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jósva Debes, sum hava verið hennara fasta manning nú í meira enn tíggju ár, fara at borðreiða við góðum gomlum og nýggjum kendum sangum úr Lenusa sangskríni.
Seinasta útgáva hennara “State of the Land”, varð givin út í januar 2024. Útgávan, sum er tikin upp í Los Angeles hjá víðagitna Geoff Emerick, hevur fingið avbera góða móttøku og var tilnevnd í bólkinum ársins útgáva á FMA 2025.
Nýggj føroysk útgáva er ávegis. “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, sum er fyrsta staklagið, varð givið út í oktober í fjør. Lagið hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum, og 30. mai kemur næsta staklagið, ið er heitislagið av komandi føroysku fløguni “Við Hetta Borðið”. Føroyska heildarútgávan kemur ætlandi út seinni í ár.