Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 18 - 21
Hvar
Landssjúkrahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Mentanarnátt á Landssjúkrahúsinum

Bamsuskaðastova frá 17:00 til 19:00:
Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar standa klár at taka ímóti sjúkum bamsum. Børnini hjálpa við at finna diagnosu og viðgerða sjúklingi
Meðan bíðað verður, ber til at tekna okkum eina tekning, sum kann lýsa sjúkrahúsvirksemið
Framsýning av tekningunum verður í forhøllini á Landssjúkrahúsinum í nakrar dagar eftir

Sjúkrabilar frá 17:00 til 19:00:
Sjúkraflutningstænastan vísir bilarnar frammanfyri høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Børn og bamsur eru vælkomin at forvitnast inni í bilunum.

Gongutúrur í tunlinum og Krígshospitalið frá 18:00 til 19:00:
Byrjað verður uttanfyri Eirargarð 13, við inngongdina omanfyri bygningin. Gingið verður í tunlinum undir Eirargarð og víðari undir J.C. Svabosgøtu oman í grøna bygningin. Á vegnum verður steðgað og greitt frá, har Krígshospitalið ætlandi skuldi vera undir kalda krígnum.
Túrurin er áleið 1 kilometur langur og tekur áleið 20 minuttir.
Farið verður 10’inda hvønn minutt av Eirargarði hendan tíman og síðsti túrur er kl. 17:50

Njótið útsýnið av takinum á Landssjúkrahúsinum frá 18:00 til 20:00:
Møguligt verður at njóta útsýnið yvir høvuðsstaðin frá grøna bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Gingið verður øll 164 trapputrinini upp á ovastu hædd, har starvsfólk loyvir fólki út á takið.