Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 17 - 23
Hvar
Urtagarðurin hjá Tjóðsavninum í Kúrdali
Prísur
Ókeypis atgongd

Urtagarðurin hjá Tjóðsavninum á Mentanarnáttini

Rundvísing verður: Kl. 16:00, kl. 17:30 og kl. 19:00
Frá kl. 15-16, ímillum hvørja rundvísing og aftaná síðstu rundvísing, er plantusøla av føroyskum plantum.
Millum annað kanst tú keypa sjáldsomu plantuna Leggstutt fransagras (Primula vulgaris). Avmarkað nøgd er av hesi plantu, so hvør kundi kann keypa eina plantu. Nógvar aðrar ymiskar plantur vera eisini at velja ímillum. Planturnar kosta 50,- stk.

Høvið er eisini at vitja Hoyvíksgarð, sum er opin frá kl. 10 til kl. 20. Ókeypis atgongd á Mentanarnáttini.

Framsýningin í Brekkutún 6 er eisini opin frá kl. 10 til kl. 17. Ókeypis atgongd á Mentanarnáttini.