Aftur í ár luttekur Biskupsgarður á Mentanarnáttini í Tórshavn. Biskupsgarður er bæði bústaður hjá biskupi við húski, og har umsitingin hjá fólkakirkjuni er staðsett.
Í Bispastovuni verður framsýning av bispakápum og prestakjóla. Eisini verður opið út í vakra garðin, har gospelkórið Lanterna úr Fuglafirði syngur kl. 19:00. Kaffimunnur við onkrum leskiligum verður eisini bjóðaður.