Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 20 - 20:30
Hvar
Undir Bryggjubakka
Prísur
Ókeypis atgongd

Mentanarnátt á Norðurlandahúsinum

Hendan framførslan tekur støði í eyðkenda vasanum hjá Alvar Aalto, sum er ein varði innan finska sniðgávu.

Framførslan kannar og spælir sær við mørkini, ið vasin setur.
Hon lýsir finskan samleika, endavendir mýtur og kannar á leikandi hátt, hvussu vasin verður brúktur, bæði í gerandisdegnum og sum ímynd.
Linda Granfors og Aura Hakuri byrjaðu samstarvið longu í 2001, og tær hava alla tíðina ment listarliga úttrykkið. Tær skapa framførslulist, ið bæði er innilig og stuttlig.

Listarliga drívmegin er hugurin at kanna kámu mørkini millum spæl og veruleika og samanbrestin millum tað absurda og tað realistiska.
Framførslan spyr spurningar, ið ikki hava greið svar – spurningar, sum heldur liva víðari sum hugtakandi visuell minni.