Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. august 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

The Stewart Brothers Guitar Duo (FO/SCO)

Høli: Klingran
Longd: 45 min

Við akustiskum sponskum gittarspæli fáa Stewart Brothers Guitar Duo nýtt lív í sangir hjá m.a. Queen, Foo Fighters og Norah Jones, umframt tónleikaperlur úr Meksiko og Kuba. Hesar tulkingarnar fáa fram eitt serstakt huglag – sansaligt, nærverandi og fangandi.

Í bólkinum eru brøðurnir Graham og Neil Stewart, sum hava føroyska mammu og skotskan pápa. Teirra tónleikasamstarv hevur sín uppruna í einum felags áhuga fyri gittarljóðinum, sum byrjaði longu, tá teir vóru børn. Teir búgva í dag í Skotlandi, og ferðast teir kring allan heim við sínum fjálgu gittartulkingum.

Í juli 2025 geva teir út sína fyrstu útgávu, Songs Without Words, sum Óli Poulsen hevur framleitt. Útgávan er eitt vakurt instrumentalt verk, sum loyvir tónleikinum framat at miðla uttan orð.

Mong kenna ivaleyst Graham Stewart frá 80-ara bólkinum Hjarnar, har hann eitt nú spældi gittara á vakra hittinum, Breaking My Heart – ein sangur, ið fyri nógv framvegis vekir nógv góð minnir.

Brøðurnir báðir eru virknir á bæði føroyska og bretska tónleika- og myndlistapallinum.