Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Túrarnir til Kolturs á Oyggjadegnum

Niðan á oyggj: Hetta er ein túrur fyri teg, ið ynskir at merkja náttúruna heilt inn á bein. Tú merkir veruliga, at tú livir, tá tú gongur upp eftir brøttum lendi, og kemur niðan á oyggj og sær tað ómetaliga vakra útsýnið.

Gjøgnum bygdarlagið: Gingið verður gjøgnum bygdarlagið, har sagt verður frá um oynna, búsetingina og fólkalívið í bóndasamfelagstíðini upp til okkara dagar. Møguleiki verður at vitja innar í savnshúsini Uppi í Búð, Heimið í Húsi ella bert at njóta tí vøkru náttúruna, áðrenn siglt verður heim aftur.

Keyp atgongumerki her.

Túrarnir til Nólsoyar á Oyggjadegnum

Hendan dagin verður skipað fyri einum barnatúri, og einum túri fyri vaksin. Siglt verður við Westward Ho kl. 10 úr Havnini, og tá lagt er at, verður farið út at ganga. Hevur man børnini við sær, verður farið út at vitja prinsessutoftirnar, har ein ektaður sjórænari kemur at siga frá!

Eisini verður møguleiki at ganga Suður í Dalar, við einum ferðaleiðara, ið er kendur á staðnum.

Aftaná túrin verður forvitnislig rundvísing á Ovasavninum, har møguleiki er at keypa sær sunkist og kaffimunn, og kanska okkurt gott afturvið.

Keyp atgongumerki her.