Hetta er ikki ein vanlig konsert – hetta er outlaw rokk n’ roll beint frá livrini, har hjartað og tónleikurin ganga hond í hond. Við teirra deiliga dámliga stíli fara tey at spæla gott country frá meistarligum nøvnum sum Waylon Jennings, Willie Nelson og Hank Williams. Harumframt spæla tey eisini støvut swamp blues og teirra heilt egnu løg, ið flestu føroyingar hava tikið til sín.
Takið vestin, kovboy kjólan, lummafløskuna og hattin fram – hetta verður eitt kvøld við klassa tónleiki, sum fær teg at gloyma tíð og stað.