Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 22 - 23
Hvar
Rithøvundafelag Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Ritsalon á Mentanarnáttini

Øll eru vælkomin inn á gólvið, hoyra um virksemi hjá Rithøvundafelagnum, hyggja at gomlu húsunum hjá einum av tjóðarskøldum okkara: Hans Andreas Djurhuus, og annars bara sita og práta.

Tú kanst eisini kunna teg um, hvussu tú gerst limur og hví tú sjálvandi skal vera limur í Rithøvundafelagnum, um tú ert høvundur.

Frá kl. 21.00 verður Ritsalon:
Hesir høvundar lesa úr egnum verkum:

  • Rói Patursson
  • Svanna Jákupsdóttir
  • Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
  • Rannvá Haldisardóttir Glerfoss
  • Oddfríður Marni Rasmussen

Aftaná er gólvið opið fyri ein og hvønn at lesa upp egnar tekstir (í mesta lagi 5 min í part).

Vit gleða okkum at síggja tykkum!