Høli: Skálin
Longd: 15.00-18.00
Á Mentanarnáttini lata vit dyrnar upp við barnavinarligum diskotekið. Við góðum ljóði, vøkrum ljósi og spennandi rytmum leggja vit upp til eina rimmar dansiveitslu, har børn og barnsligar sálir kunnu njóta eina góða løtu saman. Tú fylgir dansirørslunum, sum verða vístar á einum stórum skíggja, og roynir at gera tær somu rørslurnar.
Tað er eitt slag av karaoke, har tú heldur dansar enn syngur. Tað snýr seg um at røra seg, flenna og hava tað stuttligt saman við øðrum.
Gevið gætur: Spælið krevur fartelefon, men tú ert eisini vælkomin at vera við í dansinum uttan.