Søgukort – nýggj røð við stuttsøgum
Søgukortini eru:
Søgukort 1: “Eyðun” eftir Regin í Líð
Søgukort 2: “Bella Katrina” eftir Oddvør Johansen
Søgukort 3: “Listin” eftir Sólrún Michelsen,
Søgukort 4: “Ósjónliga savnið” eftir Stefan Zweig, sum Rakel Helmsdal hevur týtt
Søgukort 5: “Herverkið” eftir Graham Greene, sum Hanus Kamban hevur týtt
Søgukort 6: “Jørð! Jørð!” eftir Lev Tolstoy, sum Finnbogi Ísakson hevur týtt
Søgukort 7: “The Knife” eftir William Heinesen; ensk týðing av “Kniven” eftir Hedin Brønner
Søgukort 8: “Die Kette” eftir Marjun Syderbø Kjælnes; týsk týðing av “Leinkjuni” eftir Ingu Meincke
Hugskotið til røðina eigur Rakel Helmsdal rithøvundur. Malan Marnersdóttir og Rakel hava ritstjórnað bókunum, Kirstin Helgadóttir, grafikari og kurator, hevur sett tær upp og funnið permumyndirnar.