Veiðan byrjar í garðinum aftanfyri Visit Tórshavn og Guðrun & Guðrun, har tú fært vegleiðing, og síðan gongur leiðin gjøgnum miðbýin, inntil tú hevur funnið allar bókstavarnar. Tú byrjar og endar orðaveiðuna, tá tú hevur hug.
Okkurt gott verður til tey, ið finna gandaorðið! Seinasti møguleiki at fáa eitt orðaveiðukort útflýggjað er kl. 19:30.