Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
14. juni 2025 kl. 13 - 16
Hvar
Trappan í Vágsbotni
Prísur
Ókeypis atgongd

‘World wide knit in public’ dagur

Tiltakið hevur til endamáls at savna øll bindi- og tógváhugaði. Tá fleiri fólk innan sama áhugamál eru savnað eru bæði lærdómur og nýggj vinarbond at finna. Okkara vón er at hitta royndar og óroyndar bindarar og tógvelskarar í øllum aldri og úr øllum landinum!

So tak stokkarnar ella heklinálina við í taskuna, bindivinin undir armin og kom ein túr oman á trappuna at hugna tær saman við øðrum tógváhugaðum!

Deilið tiltakið við tykkara bindivinir og tey sum tú ynskir at hava við tær 

Vónandi verður uppmøtingin líka góð í ár sum síðsta ár, ella kanska betri 

Gott at hava við: 
– Sitipútu! Steinarnir eru kaldir og harðir at sita á, og um tú ætlar at sita líka leingi sum er, so er hendan eitt must. 
– Termokrúss! Eg klári meg í hvussu so er ikki so nógvar tímar uttan ein kaffimunn.
– Stokkar/heklinál! Ein sjálvfylgja, men um tú skuldi goymt tað, so ert tú vælkomin hóast alt. 

Vit gleða okkum til at síggja tykkum!