Eftir kvinnudagin fingu Guðrið, Dania, Marianna og Katrina hugskotið at seta seg saman við hvør sínum gittara og gera útsetingar til nýggj, óútgivin løg.
Á hesi serstøku konsertini í Sirkus kanst tú uppliva nýggju og óútgivnu løgini hjá teimum fýra.
Við inniligum tekstum og serstøkum røddum styðja tær seg upp at hvørjari aðrari og flætta seg saman í tøttum, fleirræddaðum kórsangi.
Ver vælkomin á eina heita og fjálga konsert við nøkrum av okkara sterkastu kvinnuligu tónleikarum.
Ein konsert, tú ikki vilt missa. Ella vilt tú kanska hava fómó?