Hetta tiltakið er fyri allar talváhugaðar gentur – royndar sum óroyndar.
Á skránni verður talvfrálæra, hugni, spæl og okkurt gott til góman.
Herborg Clarke, ein av Føroya bestu kvinnuligu telvarum, kemur at telva við okkum.
Tit kunnu melda til tiltakið við at senda okkum navn, føðingardag og telefonnummar á: ungtelva@gmail.com ella ringja á 216064
Vit gleða okkum til at síggja nógvar talváhugaðar gentur til ein stuttligan og hugnaligan dag.