Frá løtuni, tá tú kemur inn gjøgnum dyrnar og fær kaldar boblur í glasið, verður lagt upp til ársins veitslu.
Vit bjóða eina trírættaða matskrá frá Hotel Brandan, nógv gott í glasið, Føroya besta undirhald, skemt, tónleik, felagssang og eitt risa dansigólv við túsundavís av veitsluhugaðum føroyingum. Alt í Føroya størstu veitsluhøll, hetta er uppskriftin til kanska besta jólaborðhald nakrantíð.
Um tit eru eitt arbeiðspláss, ein bindiklubbi, eitt fótbóltslið ella ein tónleikabólkur, ella um tú ert bara tú, so verður hetta veitslan, ið øll mugu uppliva.
Skunda tær, at tryggja tær og tínum atgongumerki. So er bara eftir at pussa dansiskógvarnar og byrja at gleða seg.
Fyritøkur ella størri bólkar hava møguleika at bíleggja borðservering til borðhaldið. Eisini ber til við avtalu at bíleggja sær egið hølið.
Matskrá:
– Brellbitar við boblum
– 3 rættað jólamatskrá frá frá Hotel Brandan við drekkivørum undir borðhaldinum
– Kaffe/te og Avec.
Skrá:
KL. 18.00 – Dyrnar lata upp
KL. 18.40 – Seating
KL. 19.00 – Startskot
KL. 23.45 – Borðhald endar
KL. 23.45 – Dansur byrjar í Føroya Størsta náttklubba.
18 ára aldursmark.
Við fyrivarni fyri broytingum í skrá.