Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. juni 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Gallarí Havnará
Prísur
Ókeypis atgongd

Bárður Dal Christiansen – við livandi tónleiki og DJ

Hansara motiv, kompositiónir og listasamansetingar eru fantastiskar. Og tað er ikki uttan orsøk, at hansara verk javnan enda í mótabløðum og eru vorðin ein partur av tíðarandanum, vit liva í.
Bárður hevur roynt tað mesta innan list: frá veggjamálaríum og graffitti til súrepli, landsløg og portrettmálarí. Seinastu árini hevur hann veruliga funnið sína rødd, har kvalitetur og fantastisk góð list eru lyklaorðini.
Bárður er ikki bangin fyri at ganga sín egna veg. Hann torir at bjóða av. Ein djarvur listamaður, ið ger tað 100 % á sín egna hátt. Tí elska vit mannin við tí stóra skegginum og bøllahattinum.
Og sjálvandi, í besta Bárður stíli, hevur hann fingið eitt tað størsta stjørnuskotið í Føroyum at framføra. Tað er ongin annar enn Bolstad! Hip-hop sensatiónin sum tók alt Føroyar við stormi á Sement við beinraktum tekstum og fangandi beatum. Akkurát sum Bárður, so ballar Bolstad einki inn. Hetta er beint frá livrini.
Um tú ert meira til rokk, so kemur Son of Fortune eisini at framføra nøkur skitin, hart rokkandi løg.
Og tað endar ikki har. DJ Knýtil, ein meistari í at skapa góðan stemning og fanga fjøldina, kemur at diska.
Hetta er tað perfekta startskotið til tín, sum ætlar tær á Voxbotn. Kom framvið, fá tær okkurt til livrina, góman, eygu og oyru.
Vit síggjast!