Ein rødd, sum fer beint í hjartað
Vit kenna Døgg frá “Tú tók mína hond”, frá vøkru duettini í Aldingarðinum hjá Marius Ziska, og fleiri løgum, ið hava fest seg í hjørtuni hjá lurtarunum. Hennara rødd er ofta samanborin við Lisu Ekdahl – mjúk, innilig og við djúpd – men Døgg er heilt sín egna. Og tað er tí, at vit elska hana.
Nýggja útgávan: Livandi
Útgávan fevnir um 11 nýggj løg, sum lýsa kærleikan, tá hann er vaksin og veruligur. Løgini siga frá styrki og veikleikum, sárum og vón – alt tað, sum ger kærleikan menniskjaligan.
Hvat fært tú á konsertini?
Tónleik, sum snýr seg um veruligar kenslur og lívið sjálvt
Eina framførslu saman við Høgna Lisberg, Jan Rúna Poulsen, Johan Hentze, Mattiasi Kapnas og fleiri
Eina konsert har tónleikurin bæði hoyrist og merkist
LP-útgávan verður til keyps á staðnum.
Livandi er ikki bara ein pláta. Tað er eitt kvøld, tú kemur at minnast.
Kom framvið og ríka tær lívið.