Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. desember 2025 kl. 14 - 07. desember 2025 kl. 14
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 65 – 165

Jóla- og familjukonsertin

Høli: Høllin
Longd: 60 min (eingin steðgur)

Jólini nærkast í hvørjum, og sjálvandi verður jólatónleikur á skránni aftur í ár.

Føroya Symfoniorkestur bjóðar enn einaferð stórum og smáum til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar, tá okkara stóra jólasymfoniorkestur borðreiðir við jólatónum til alla familjuna. Á skránni er bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur.

Stórur eftirspurningur er eftir konsertunum, so í ár eru heili fýra konsertir á skránni – tvær leygardagin 6. desembur og tvær sunnudagin 7. desembur.

Eins og undanfarin ár eru konsertirnar eitt samstarv við musikkskúlaskipanina. Hetta er konsertin, har nógvir dugnaligir næmingar úr musikkskúlunum sleppa at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í størsta orkestri landsins.

Solistar hesaferð eru violinúrmælingarnir Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen. Øll lesa tónleik á musikkkonservatorii og framføra “Konsert fyri fýra violinir í H-mol” eftir Vivaldi.

Trý barna- og ungdómskór luttaka á konsertini í ár: Stella úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru í aldrinum 9–16 ár og syngja kendar føroyskar jólasangir.

Kórleiðarar eru Edith Dahl Jakobsen, Katrin á Borg Johannesen og Joanna Johansen.

Hjartaliga vælkomin á jólakonsert! 

Violinsolistar: Hjalti V. Sámalsson, Oda Drós Østerø, Joanna R. Wang og Elin Rasmussen 

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson 

Atgongumerki
Vaksin: 165 kr. 
Børn (3–16 ár): 65 kr.